Kom og les – høvundar og sjónleikarar vitja skúlar

Kom og lesMánadagin fara fyrstu høvundarnir og sjónleikararnir út á skúlar í øllum landinum at geva børnum og ungum ein bókauppliving. Tey ferðast alla vikuna og røkka um alt landið, úr Viðareiði suður í Vág.

Høvundarnir, sum koma út at vitja eru: Aase Bømler, Bergur Rasmussen, Helle Thede Johansen, Ingun Christensen, Marjun S. Kjelnæs, Rakel Helmsdal, Sámal Soll og Sólrún Michelsen. Onkur teirra fara at hava skriviverkstovur, meðan tey flestu fara at lesa úr bókum sínum og práta við næmingarnar um hesar.

Sjónleikarar fara at hava verkstovur í lesa upp úr bókum. Sjónleikararnir, sum ferðast eru Páll Danielsen, Laura Joensen, Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe.

Allar vitjanirnar verða millum 45 og 90 minuttir.

header-01

 

Tagged , , , , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *