Fríggjadagin fer leikhúsbilurin Passapartout 3. á turné. Við honum eru eitt leikhús, leikararnir: Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi, álvagentan Vár, Vetur kongur, arnadrotningin Summar og drekin Heyst og leikhússtjóri og marionettførari Rakel.
Listaleypurin, tann stóra verkætlanin hjá Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum og landsins kommunum, sum syrgir fyri at fáa list og mentan út á skúlarnar kring landið, hevur bílagt 5 sýningar av Veiða vind.
Tann fyrsta av hesum sýningum verður nú fríggjadagin á Eiðis skúla.
Mánadagin 7. oktober má Karavella Marionett-Teatur tíðliga av húsum, tí vit spæla á skúlanum á Fossanesið kl. 10.30. Vanliga tekur tað 2 tímar at gera klárt, frá vit eru komin á staðið, leikararnir og eg, og tað er langt av Debesartrøð til Hvannasunds.
Eftir heystfrítíðina verða tvær sýningar á Fuglafjarðar skúla tann 25. oktober og ein á Stranda skúla tann 25. oktober.