Nú er alt ov long tíð gingin síðani Karavella-bloggurin er uppdateraður og tað er líkasum ikki, tí at onki er hent, tvørturímóti…….
Í januar spældu skrímslini og eg eina ørgrynnu av sýningum (einar 20, haldi eg) undir Bryggjubakka, og tá vóru vit eisini rýmiliga troytt av at spæla og leikhússtjórin valdi at geva skrímslunum frí og fara undir at framleiða nýggjan leik.
So TA DA! Nýggi leikurin verður…….. (trummur)……….
Veiða vind!!
Tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, myndir Janus á Húsagarði.
Myndirnar verða ikki beinleiðis við í leikinum, men pallur og búnar eru inspireraðir av teimum. Tónleikurin fer at verða brúktur, sum hann er, og teksturin, ja, tað fáa vit at síggja meðan venjingarnar fara fram. Søgan verður so tann sama:
Ein apríldag, har veðrið skiftir millum allar fýra árstíðirnar, vil lítlibeiggi út at spæla. Systir hevur ikki stundir, hon teknar og stóribeiggi lesur uppá kvæðaørindi. Hann kvøður um Ólav Riddararós, sum fer at veiða hind. Lítlibeiggi misskilur og fer út at veiða vind.
Hann ferðast eina longri ferð millum álvagentur, bjarnir, ørnir og drekar, sum øll onkursvegna minna nokkso nógv um systir og at enda kemur stóribeiggi út at leita eftir teimum báðum rýmingunum, sum hann skuldi ansa, meðan foreldrini vóru úti.
Ævintýri um Veiða vind byrjaði fyri nógvum árum síðani, ja, so langt aftur sum í mars/apríl 2009. Tá var eg uppringd av Føroya Symfoniorkestri og spurd um eg vildi skrivað eina søgu, sum Kári Bæk skuldi gera tónleik til. Eg segði sjálvandi ja, túsund takk! Er nakað sum eg havi droymt um, so er tað at skriva ein tekst, sum fer at vera ein partur av nøkrum, sum eitt symfoniorkestur spælir. Eri uppvoksin við Prokofievsa “Pætur og úlvurin”, fekk hana sum ep á donskum, tá eg var eini 4 ár, og man hava hoyrt tað 1000 ferð.
Eg fór beinanvegin at hugsa um, hvat hendan søgan skuldi vera um.
Lítli sonur mín Sirius var tá 3 ár og prátaði óført, ofta var tað sera stuttligt, tað sum hann kundi misskilja, og hansara misskiljingar eru tað, sum hava skapt hesa søguna og so apríl-veðrið, sum var beint tá, sum skifti millum allar árstíðirnar uppá ein dag. Sirius fór út at veiða vind saman við stórabeiggja sínum, og tað var hann, sum helt at Ólavur Riddararós, æt Riddaraross.
Tá søgan var liðug, varhon so full av myndum, sum eg tíverri ikki dugdi at tekna. Ein dagin hitti eg Janus á Húsagarði og spurdi hann, um hann kanska hevði hug at gera nakrar skitsur til hesa søguna, sum symfoniorkestir skuldi spæla. Tað vildi hann fegin.
Nakrar mánaðir seinni komu so hesar (hetta er bara eitt úrval): Seinni fór Kári undir at skriva tónleikin. Teksturin broyttist nakað, meðan tónleikurin kom. Onkrastaðni nýttist Kára meira tekst, og fleiri staðni minni, og sumt skuldi setast saman ørvísi, men tað gjørdist søgan ikki verri av. Lidnu myndirnar hjá Janusi komu eisini so hvørt sum tónleikurin tók skap.Ein ótrúliga spennandi process, har tekstur, tónleikur og myndir at enda fóru upp í eina hægri eind.Í mai 2011 kom bókin út sum samstav millum Bókadeildina og NÁM, um sama mundi sum Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum spældi einar 12-14 konsertir, so um 4000 føroyskt børn øll hoyrdu og sóu Veiða vind.
Í desember 2012 var Veiða vind nominerað til Nordisk Børnebogspris. Um hon fær virðislønina verður avgjørt hendan mánaðin (haldi eg).11. mai verður Veiða vind framførd í Hørpu í Reykjavík av íslendska symfoniorkestrinum við íslendskum upplesara og um somu tíð kemur bókin á íslendskum! Og einaferð her tíðliga í summar verður frumframførsla av Veiða vind á Karavella Marionett-Teatur. Dagurin er ikki ásettur enn, men tað verður í hvussu so er áðrenn summarfrítíðina.