Tríggjar bøkur góðkendar á forlagnum / Three books approved by the publisher

Skitsa hjá Milju Hanusardóttir til Kjarr

Góð tíðindi eigur man ikki at liggja á, tí kanska onkur annar eisini heldur tað vera góð tíðindi.

Seinasta mánaðin havi eg fingið tey gleðiligu boð, at báðar bøkurnar, sum eg sendi forlagnum hjá mær, Bókadeildini, beint fyri ársskiftið, eru góðkendar til útgávu. Sjálvandi skulu tær nú gjøgnumarbeiðast, men tað týdningarmesta er klára. Tey vilja geva tær út!

Milja Hanusardóttir

Tann fyrra, ið varð góðkend, er skaldsøgan Kjarr. Hetta er ein “crossover”-skaldsøga, bæði er fyri ung og vaksin, sum fer at hava nógvar illustratiónir. Dugnaliga Milja Hanusardóttir teknar. Eg eri sjálv so ræðuliga spent, so tað verða tit vónandi eisini. Kanska eg seinni leggi onkran brellbita her…

Tann seinna, sum varð góðkend síðstu viku, er Miljuløtur. Hetta er eitt stuttsøgusavn fyri børn um gentuna Milju (onki við teknaran Milju at gera) frá hon er 7 til 12 ár. Nakrar av hesum søgum hava verið á prenti í Mín jólabók. Myndir verða eisini í hesi bókini, men tað er ikki avgjørt enn, hvør fer at teknað. Meira um hetta, tá eg veit meira sjálv.

Skrímslahøvundarnir (nøkur ár síðani)

Og so er tað triðja bókin: Hetta er ein nýggj skrímslabók, Skrímsl í vanda, tann 9. á røðini hjá Áslaug Jónsdóttir, Kalla Güettler og mær. Í Íslandi kemur hon út í heyst og kanska eisini her í Føroyum.


English translation:

Good news should not be kept to yourself, there may well be others who think that they are good too.

This past month I have been informed that both books I sent to my publishers, Bókadeildin, just before New Year have been approved to be published. Of course they must now be edited, but the main point is over. They want to publish them!

The firste approved was the novel, Kjarr (Thicket). It is a kind of “crossover” novel, both for adults and young adults. It is a illustrated novel, and artistic Milja Hanusardóttir is making the illustrations. I’m myself very excited about the result, so you are hopefully too. There might be some sneak peaks later…

The next approved is Miljuløtur (Miljas moments). It is a collection of short stories for children about the girl Milja (no connection with the illustrator) from she is 7 to 12 years old. It is also an illustrated book, but yet we have not chosen an illustrator. More news when I even know more.

And it’s the third book: It is a new monster book! Skrímsl í vanda (Monster in danger), the ninth book in the series by Áslaug Jónsdóttir, Kalle Guettler and myself. In Iceland it will be published this fall, perhaps also in the Faeroe Islands.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *