Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru komin til Føroyar og eru í ferð við at seta heim síni upp í Norðurlandahúsinum, so tit øll kunnu støkka inn á gólvið hjá teimum.
Har kanst tú spæla, tekna, klintra og lesa bøkur saman við teimum. Ert tú barn ella hevur børn ella dámar tær bara skrímslini bæði, so bjóða skrímslini heim uppi í Norðurlandahúsið frá 1. apríl til 7. mai.
Tað er Áslaug Jónsdóttir, skrímslahøvundur og -teknari, sum hevur sniðgivið framsýningina og bygt hana saman við Högna Sigurþórsyni, scenografi. Tey bæði seta hana eisini upp í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Áslaug setur upp í Norðurlandahúsinum
Upprunaliga var framsýningin bygd til mentanarmiðstøðina Gerðubergi í Reykjavík, har hon stóð uppi eitt hálvt ár og børn í túsundtalið vitjaðu hana. Ætlandi skal framsýningin seinni ferðast til triðja heimlandi hjá skrímslunum, Svøríki.
Les meira um framsýningina HER á heimasíðuni hjá Áslaug.
Little Monster and Big Monster have come to the Faeroe Islands and are setting up their home in the Nordic House, where you are welcome to drop in for a visit.
Here you can play, draw, climb and read with and about monsters. If you are a child, have children or just like monsters Little and Big Monster invites you to join them in the Nordic House in Tórshavn from April 1 to May 7.
Áslaug Jónsdóttir, monsterauthor – and illustrator, has designed the exhibition and constructed it together with Högni Sigurþórsson,set designer. They are these days setting up the exhibition.
The exhibition was first made for Gerðubergi culture house í Reykjavík, where it remaind for half a year and thousend of children visitied. If all goes according to plan, the exhibition will travel to the third home country of the monsters, Sweden.
Read more about the exhibition HERE on Áslaugs homepage.