(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.)
“Dansa so væl og leingi” -ummæli
Eg var so heppin at sleppa til forfrumsýning í Karavella Marionett-Teatri til leikin “Dansa so væl og leingi” við manni og Degi, yngsta soninum.
Ein slík dukkuteatursýning er heilt serlig – ikki minst tí, tú kemur inn í eitt lutfalsliga lítið høli við fáum sessum, har tað ræður um at sita so nær og so lágt og í eygnahædd við pallin, sum møguligt, tí í vavi er hann ikki sum aðrir pallar – men tað tykir mær, so hvørt eg upplivi tílíkan leik, at ávirkanin er í lutfalli størri, jú minni lutir verða nýttir at siga søguna.
Eftir leikin havi eg aftur og aftur hugsað um handverkið og um alt tað putluta arbeiðið við ørsmáum lutum, sum Rakel Helmsdal leggur í hesa listgrein sína. Innihaldsliga er leikurin sum eitt ævintýr, men tó eisini sum ein modernaður tekstur, har dulvitskan fær rúm gjøgnum dreym og tann visuelli tvídráttur millum dukkurnar elur fram ímyndan um nýggjan prosatekst. Evnini, ið verða viðgjørd, eru tey heilt stóru: kall, dreymur, varandi kærleiki, útlongsul og heimlongsul, men eisini trivnaður, list í samfelagnum, fjølbroytt samfelag, tað globala sett upp ímóti tí lokala v.m. Sum ævintýrið, er leikurin bygdur á frymilin heima-úti-heima – heima er í nærumhvørvinum (í Føroyum?) og úti er í París.
Høvuðspersónurin, Eleonora, er tilvitað um sítt lívsval og avleiðingarnar av tí. Hon hevur ein dreym og eitt slag av kalli. Og her var tað so vakurt at síggja, hvussu ein listagrein, marionett-teatur, sýndi, hvussu ein onnur listagrein, dansurin, gjørdist kveiki fyri eini samanrenning av mentanum – tí upprunaføroysku og tí europeisku, vit ávirkast av. Her eru fleiri løg: so sum europeiska dukkuteatrið og føroysku skjøldrini sum amboð; býurin París og (føroyska?) bygdin, sum pallur; lokala Eleonora, sum fer út at læra og fylgir kallinum og kemur heim at stovna dansiskúla og so listakvinnan sjálv og hennara kall og treiskni at stovna marionett- teatur og arbeiða trúliga við tí í Føroyum.
Sjónleikarin, Marita S. Dalsgaard, sigur so um yrkið og listakvinnuna:”Tonk at Føroyar eigur ein marionetdukkumakara. Hetta gamla fína listahandverkið, har menninskjan ger ímyndir av sær sjálvum og sínum sinni. Dukkurnar hjá Rakel Helmsdal hava serstakar persónligheitir, man merkir teirra lyndi. Heimurin, tær eru sprotnar úr, er ein forkunnugur ævintýrheimur, skaptur av serliga hugflognum hjá listakvinnuni. Hesin heimur hevur angan av gamla Europa – Fraklandi og Tjekkia – gomlu londini hvørs dukkuhandverk er fult av snildi og loynidómum.”
Rakel Helmsdal hevur við hesi sýning víst sítt óvanliga stóra og serstaka talent: at gera dukkur, pall og rekvisittir, at skapa ein heim burtur úr kendum og útlendskum heimum og úr tí partinum av okkara heimligu munnmentum, skjøldrunum, í eini modernaðari nýtslu í nýggjum samanhangi, sum er gamal í europeiskari mentan við maskum, kurteisimentan og stórbýarlívi. Leikararnir hava ikki bert vøkur nøvn men eisini her vinnur spælandi lyndið og fáa kvinnurnar eyka kelinøvn sum Dinna og Nora. Rakel syngur hegnisliga alt tilfarið og spælir allar leiklutir við hvør síni serligu rødd. Og hon hevur havt gleði av at samstarva við Hedvig Westerlund-Kapnas sum leikstjóra. Tað var ein stór uppliving inni í einum lítlum karmi av tjøldum og lutum, har sjálvt málsligi parturin stuðlaði undir heitið, tá nakað av fronskum máli dansaði saman við tí vakra føroyska í hesi høgt listarligu og djúpt rørandi heildarmynd.
Ígjøgnum sýningina sóu vit sál, líðing, offur, kærleika, vakurleika, náði, ja satt at siga eitt blunk av ævinleika inn í ítøkiliga einstaklinga og felagsliga veruleikan.
Við hesum orðum vil eg mæla øllum, ungum og eldri, at fara til sýningarnar “Dansa so væl og leingi”, so hvørt tær verða lýstar og vónandi ferðast runt landið. Fyrsta almenna sýningin er í morgin, sunnudag 10.apríl, kl.15.
Pingback: FRUMSÝNING! Dansa so væl og leingi - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal
Pingback: Karavella til Suðuroyar fyrstu viku í juni - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal
Pingback: Karavella til Norðoyggjar aðru viku í juni - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal