(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.)
Nøkur orð um “Dansa so væl og leingi”
Altso, eg kundi ikki verið meira samd og skuldi júst seta meg niður at skriva nøkur vælmeint orð um listaverkið hjá Rakel Helmsdal – marionettleikurin “Dansa so væl og leingi” og nú síggi eg at Hanna Jensen hevur orðað tað so ómetaliga væl. Eg má bara taka undir við Honnu í øllum, hon sigur. Eisini eg varð bæði rørd, errin og púra tikin av bóli ígjárkvøldið, tá eisini eg slapp til eina undanframførslu.
Eitt er handverkið – dukkurnar og pallurin, sum Rakel hevur evnað til. Eg hugsaði, altso hatta kann bert ein gera, sum hevur gingið á dukkumakaraskúla í fleiri ár og hevur arbeitt innan hetta serstaka yrki í rúma tíð. Eitt brá út til okkum, niður á gólv og so út aftur og tú fórt ígjøgnum sera, sera nógvar og samansettar kenslur innan 1-2-3 sekund. Og tað helt seg allan leikin ígjøgnum. Og so er tað heldur ikki bara bara at verða dukkuførari. Tað er eisini eitt handverk, sum helst tekur nógv ár at ogna tær og at fáa dukkur, sum oftast tvær í senn, so innkorporeraðar í tín egna kropp og andadrátt, at tað blívur animerað, tvs. livandigjørt og við sál. At Rakel er rithøvundi og dugir at spæla við orð og setningar, vita vit, og tað fingu vit eisini sjón fyri søgn, ella hoyrn fyri søgn. Huglagið var heilt serligt, dialogurin við og tá dreymakendu verurnar stukku inn undan loftinum, vegginum, undan songini og byrjaðu at tala, kvøða, syngja, kvøða skjaldur, bæði ræðandi og stuttligar, tá lyfti tað seg brádliga inn í eitt heilt annað lag og her skifti tað hegnisliga og óbesverað allan leikin ígjøgnum. Vit sluppu sannuliga at sveima, heima í bygdini, úti í stóru verð, har París við ljóðið, málið og huglagið streymaði innar gjøgnum lítla gluggan og so heimaftur til tað næra, stovuna, bonkin niðri í fjøruni. Eisini var hetta ein stór søga við teim stóru kenslunum: kærleiki, at fylgja sínum dreymi, longsul (longsul í fleiri, fleiri løgum), vón, sorg, list og tráan, deyði, sakn og at finna heimaftur og kanska at finna eyðnuna, hóast alt. Og tað er so flott og eg blívi errin og eyðmjúk, at ein sum Rakel torir at fáast við tað og at hesar kenslur eisini verða borðreiddar fyri børnum við stórum álvarsemi. Klokkan á kommoduni, myndirnar á vegginum, brøvini, sum koma inn og tikin upp, ljóðini og tónleikurin, tær ymsu lívsaldrarnar á karakterunum, so væl og detaljerað skapað, at tað var júst í detaljuni, at eg bleiv ordiliga tikin við á ferð. Og ferðin hevur fylgt mær enn í dag og í práti við sonin, sum sat hugsavnaður og bergtikin frá byrjan til enda, skilji eg, at har er eisini okkurt sett ígongd. Túsund takk fyri Rakel Helmsdal, at tú gert tað, tú brennur so passionerað fyri og fylgir dreyminum, og mennir og mennir og brynir og brynir. Stóra stóra tøkk, at eg slapp inn í títt univers í gjár. Har er so spennandi at verða, ófrættakent, duldarfult, skeg, pussigt, finurligt, løgið og alt møguligt annað um somu tíð. Myndirnar, sum hanga á vegginum, tableau’ini, eru eisini so spennandi at kaga inn í og seta so nógvar spurningar fram í hugan. Og deiligt eisini at sleppa at heilsa uppá hinar leiklutirnar, sum hava verið í vási fyrr, nú hanga tær úr loftinum á sínum strongum og heilsa uppá teg, tí tær eru nevnliga livandi. Soleiðis kennist tað í øllum føri.
FARIÐ ØLL sigi eg bara, taki børnini við, ella um tú ikki eigur børn, so far kortini. Marionettleikurin hjá Rakel Helmsdal er bæði til børn og vaksin. “Dansa so væl og leingi” er einans settur eina ferð á skrá á Barnafestivalinum, men hetta eigur at verða upplivað av so nógvum sum gjørligt, vónandi fer hon á ferð við Marionett teatrinum kring landið.
Og takk Norðurlandahúsið, at tit gera ein barnafestival við so nógvum og spennandi tiltøkum, so ungi mentanarbrúkarin fær so dygdargóð tilboð. Bara tað at fara inn í Mumiskógin hjá Edward Fuglø, og talgildið dansileikurin í dag “Japanese Garden” og tonk, so er líka Føroya Symfoniorkestur har eisini við eini barnakonsert, Mumifilmur í næstu viku, verkstovur, framsýnngar, Mumijuice og pannukøkur og Ævintýraferðin. Jólaaftan hvønn dag í NLH 9.-17. apríl.wink-humørikon
Hetta var ummælið hjá Hannu Jensen, 9. apríl 2016
– og sum mítt ummæli einans varð ein viðmerking til, inntil tað bleiv eitt annað ummæli:
Pingback: Karavella til Suðuroyar fyrstu viku í juni - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal
Pingback: Karavella til Norðoyggjar aðru viku í juni - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal