Undrunarskeið

Um tú skalt skriva, ella skapa nakað yvirhøvur, er neyðugt alsamt at undrast um verðina kring teg og allar hennara undrunarsomu smálutir og stórhendingar og alt har ímillum.

Men tað er so skjótt at gerast mentalt dovin og gloyma at undrast og varnast og áðrenn tú veitst av, skapar tú onki longur og gerandisdagurin verður eitt vanligt trummerum við alt ov fáum sveiggjum.

Men tað ber til at venja tíni evni til at undrast og varnast, eins og tað ber til at venja hugflogið. Tað ber m.a. til at koma á “undrunarskeið” á Føroya Fólkaháskúla tann 21. til 23. februar.

Kom á eitt óvanligt skriviskeið og víðka tín sjónarring og vitan um hvat ber til. Gjøgnum aðrar listagreinar venda vit inn í skrivikynstri við øðrum sjónarhornum.

Hetta er eitt vistarskeið, so tú kanst kava niður í tína kreativu flóð alt vikuskiftið á tamb uttan órógv.

Undirvísari er Rakel Helmsdal, høvundur og fjøllistafólk.

Tekna teg hjá Føroya Fólkaháskúla!

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *