Ung í Føroym

kortHesa seinastu tíðina hevur ikki nógv nýtt verið at sæð á hesi heimasíðuni. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Ung í Føroyum.

Undirritaða er verkætlanarleiðari á stevnuni og eg taki mær m.a. av PR, heimasíðu og skráseting v.m. Hetta hevur so at siga tikið alla mína tíð seinastu tveir mánaðirnar, so har hava lítlar stundir verið at hildi hesa heimasíðu við líka. So í staðin ber til at fara yvir á www.ungiforoyum.org og síggja hvat hendir har.

hond_blattUng í Føroyum er ungdómslistastevna, sum hevur verið hildin anaðhvørt ár síðani 2001. Norðurlandahúsið bað í 2000 Hedvig Westerlund-Kapnas og meg at skipa fyri eini listastevnu fyri ung í Føroyum, ið m.a. skuldi vera við til at finna ung at umboða Føroyar í ymsum listarligum høpum í Norðurlondum. Áðrenn var vanligt, at tey, sum skuldu velja slík umboð, valdu tey millum tey, sum tey tilvildarliga kendu ella vistu um. Við Ungum í Føroyum skuldu tey ungu sjálvi vísa á, hvat tey dugdu og at tey vóru verd at umboða Føroyar.

hond_gron_vUng í Føroyum gjørdist til meira enn hetta. Nú er stevnan einasta av sínum slagið í Føroyum, har ung listafólk um alt landið fáa møguleika at hittast tvørtur um lista- og oyggjamørk. Stevnan er tvørlistarlig og samstarv og nýbrot er ein høvuðstráður.

Á Ungum í Føroyum vísa ung sjálvi, hvat ungdómsmentan er. Les alt um Ung í Føroyum á heimasíðuni hjá stevnuni.

Stevnan byrjar í morgin, mánamorgunin tann 12. oktober og endar við spennandi almennari sýning mikukvøldið tann 14. oktober. Nýt møguleikan og keyp tær atgongumerki á www.nlh.fo beinanvegin. Hetta er ein sýning sum bara er eina ferð annaðhvørt ár, so lat ikki møguleikan gleppa tær av hondum. Far og hygg at, hvat okkara yngstu listafólk kunnu avrika, tá tey fáa bestu umstøður í landinum.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *