Skrímslatíðindi – Heima hjá skrímslunum

Lítla skrímsl hjálpir Áslaug at byggja

Stórsta skrímslahendingin í 2015 er uttan samanbering stórsligna interaktiva skrímslaframsýnginin í Gerðubergi menningarhúsið í Reykjavík, sum lat upp í oktober.

Skrímslahøvundur og – teknari Áslaug Jónsdóttir stóð fyri henni saman við starvsfólkum í Gerðubergi. Framsýningin er og ber heiti Heima hjá skrímslunum. HER eru nakrar stuttligar myndir frá framleiðsluni av framsýningini.

Á framsýningi kanst tú fara inn í myndirnar í bókunum, uppliva hvussu tað er heima hjá skrímslunum og teirra umhvørvi.

Skrímsli að störfum | Monsters at work

Fegin listakona upplatingardagin.

Framsýning er so vøkur og ævintýrkend, at tú bara MÁST vitja hana, um tú kemur til Reykjavíkar. Tað fari eg um nakrar dagar. Ætlanir eru um at fáa framsýningina til Føroyar í 2017, men inntil tá, kunnu tit síggja vøkru myndirnar inni á heimasíðuni hjá Áslaug.

Heima hjá skrímslum | The busy homes of monsters

Børn lesa og spæla við skrímslini á framsýninini

Lítla skrímsl rópar neit á nógvum málum. Her kanst tú sita og lesa skrímslabøkur á øllum málunum.

Myrkaskrímsl: Tjóvar og bandittar!!

Á jólum var hugni og jólaklipp heima hjá skrímslunum.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

2 Responses to Skrímslatíðindi – Heima hjá skrímslunum

  1. Pingback: Skrímslatíðindi – Skrímslating - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Skrímslatíðindi – Skrímslaferð og bókamessa - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *