“Hon, sum róði eftir ælaboganum” á IBBY Honor List 2016

 Hon, sum róði eftir ælaboganum kann sigast at hava undanvind.

Onkuntíð er tað, sum um góð tíðindi koma í herindum. Fyri jól fekk eg boð um, at “Hon, sum róði eftir ælaboganum” var innstilla til Barna- og ungdomsbókaheiðursløn Útnorðurráðsins og bara tvær vikur undan hesum hevði eg fingið innbjóðan til bókafestivalin “Into the Wind! Nordic Children’s and Young People´s Literature Days” í Berlin 26. mai til 4. juni  2016 , sum týska felagið KulturKind skipar fyri, vegna somu bók.

Fyrradagin fekk eg so eitt áhugavert bræv við postinum, ja eitt ordiliga pappírsbræv, sum segði frá, at “Hon, sum róði eftir ælaboganum” verður við á sama heiðurslista sum Skrímslakiskan, nevniliga IBBY Honor List 2016.ibby_logo

Sum tað stendur í brævinum:

Congratulations! You are among the 173 authors, illustrators ans translators whose recent works hIBBYzebraave been distinguished for excellence. Your title Hon, sum róði eftir ælaboganum has been nominated by the Danish Section of IBBY (International Board on Books for Young People) for the IBBY Honor List 2016 for the quality of its writing.

Every two years, the IBBY Honor List catalogue is published in English and comprises recently published books from IBBY member countries. These books are considered to be outstanding for the quality of writing, illustration and translation. Important considerations in selecting the Honor List titles are that the books represent the best in children’s literature from each country, and that the books are recommended as suitable for publications throughout the world. In this way, the Honor List supports IBBY’s objective of encouraging international understanding through children’s literature.

So vítt eg dugi at síggja á listunum fyri hini árini, er hetta fyrstu ferð at ein føroysk bók er við. Eg verið so eisini boðin at vera við til eina hátíðarløtu og ráðstevnu í Auckland í New Zealandi, men tað verður so nokk ikki til nakað, tí IBBY eigur ikki pengar at gjalda ferð og uppihald til tey heiðraðu. Men stuttligt hevði tað verið…

Í hvussu so er ber til at siga, at hon rør undan ættini í løtuni 🙂

undanvindur

Stuttligt at Áslaug Jónsdóttir og eg í roynd og veru eru á hasum listanum tvær ferð í part. Hon fyri myndirnar í Skrímslakiskuni, har eg eisini eri partur av tekstinum og eg fyri Hon, sum róði, har hon eigur vøkru permuna.

HER ber til at síggja allan listan.

Tagged , . Bookmark the permalink.

One Response to “Hon, sum róði eftir ælaboganum” á IBBY Honor List 2016

  1. Pingback: Listakonur | IBBY Honour List 2016 | Áslaug Jónsdóttir

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *