Skrímslaverksmiðja
Tað besta við hesi ferðini til Oslo var, at Áslaug, Kalle og eg høvdu møguleika at hittast og arbeiða saman. Tað hendir ikki ofta, og tí høvdu vit langt síðani avgjørt, at steðga tveir dagar eyka í Oslo og hava eina skrímslaverksmiðju, har vit hildu á at arbeiða við teimum trimum skrímslahandritunum, sum vit skriva í løtuni.
Vit fingu innivist í, Gramanngården, eisini nevnt Forfatternes Hus, sum m.a. húsar hølunum hjá norska rithøvundafelagnum, eini fantastisk gomul hús frá 1622 mitt í Oslo.
- Áslaug samanber okkara ymsu málversiónir.
- Kalle er í døpurhuga, vit hava biði hann gera boytingar í sínum handriti.
- Arbeiði gongur væl.
- Vit skriva hvør í sínum lag og saman millum diskursiónirnar
- Undir so vøkrum loftið sótu vit og arbeiddu.
- Húsini hjá Norska Rithøundafelagnum eru fleiri hundrað ára gomul.
- Vakrar trappur
- Uttanfyri í garðinum.
- Nú er 2 dagar av skrímslaverksmiðju av.
- Skrímslahøvundarnir
- So siga vit Kalla farvæl.
Skrímslaverksmiðja í Íslandi 2012
Vit fóru undir hesi trý handritini í 2012. Tá høvdu vit eina skriviverksmiðju í mai í Íslandi á garðinum hjá Áslaug, Melaleiti. Gott grundarlag var lagt fyri søgurnar, men tíðin spelar avstað, og ikki fyrr enn nú, hava vit havt møguleika at arbeiða víðari.
Soleiðis gera vit:
Arbeiðsgongdin við skrímslabókunum er umleið hendan: Vit gera hvør sítt uppskot til eina søgugongd og senda hesi trý uppskotini okkara millum við telduposti í nakrar vikur. Síðani hittast vit og arbeiða saman við at gera søgurnar meir lidnar og Áslaug teknar samstundis skitsur til uppsløgini. Kalle og eg, sum ikki eru teknarar, kunnu koma við uppskotum til myndir, men oftast eru hugskotini hjá Áslaug so beinrakin, at tað ikki er neyðugt. Vit hava fyri hvørjar tríggjar av skrímslabókunum, havt einar tvær skriviverksmiðjur. Tá skitsur eru komnar, hendir tað oftast, at ein partur av tekstinum verður koyrdur úr, tí sigur myndin eitthvørt, so skal teksturin ikki siga tað sama.
Bøkur við myndum og teksti skulu arbeiðast øðrvísi ígjøgnum, men tær sum eru reinar tekstabøkur. Myndirnar siga ein part av søguni og tað er týdningarmikið, at ikki siga nakað týðiligari enn neyðugt. Har skal vera pláss til lesaran, til at skilja sítt og seta sínar tankar inn.
Her er meira at lesa um skrímslaverksmiðjuna á blogginum hjá Áslaug.