Høvundaverksmiðja á Háskúlanum í august

writing-1Í august verður ein intensiv høvundaverksmiðja á Føroya Fólkaháskúla undir navninum:

Skriva eina stuttsøgu

Á verksmiðjuni lærir tú at nýta kreativa skriving sum amboð og fært innlit í søguuppbygging, persónslýsing og annað, sum er grundleggjandi fyri at skriva eina góða stuttsøgu.

Hvør einstakur luttakari fær persónliga ráðgeving, og øll enda við at hava skrivað eina nýggja stuttsøgu.

Skeiðsdagarnir eru:

Týskvøld tann 6. august kl. 18 til 21

Týskvøld tann 13. august kl. 18 til 21

Leygardag tann 17. august kl. 10 til 15

Týskvøld tann 20. august kl. 18 til 21

Leygardag tann 24. august kl. 10 til 15

Týskvøld tann 27. august kl. 18 til 21

 Undirvísari og ráðgevi er Rakel Helmsdal, rithøvundi, sum í 13 ár hevur havt skriviskeið á kvøldskúlanum og kring landið.

Tekning á háskúlanum á haskulin@haskulin.fo ella á tlf. 311743.

Nærri upplýsingar um skeiði kunnu fáast við at ringja til Rakel á 216596

Myndir frá ymsum høvundaskeiðum

Skeiði er tað fyrsta á nýggja listaátaki Háskúlans.

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *