9. apríl lat framsýningin “Hugurin flýgur” upp í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum.
Hetta er mín fyrsta framsýning og tað er ein soloframsýning. Alt á framsýningi eru míni verk. Har eru allar marionettirnar, sum eg havi tilevnað síðani 2011 samt leikhúsið hjá Karavella Marionett-Teatri við pallmyndini til Dansa so væl og leingi. Tó skal undirstrikast, at leikhúsið havi eg ikki bygt sjálv, bara designa. Pápi mín, Ole Jakob Nielsen hevur smíða og funnið loysnir og Árni Baldvinsson hevur gjørt ljósskipanina.
Afturat hesum sýni eg eisini fram verkini “Dreymrúm“, sum eru eitt slag av Tableuax (næstan) vivants; smáir pallar, ið siga frá søgum, teimum søgum sum áskoðarin leggur inn í tær.
Hesi listaverkini eru til sølu. Sig frá uppi í Norðurlandahúsinum, ella set teg í samband við meg á 216596, um tú ert áhugað/ur at keypa eitt Dreymrúm.
(Marionettirnar eru IKKI til sølu 🙂 Man selur ikki sínar leikarar, hetta er ikki fótboltur 😉 )
Her eru myndir av Dreymrúmum á framsýningini.
- Dreymrúm 1 – Rætt mær hatta
- Dreymrúm 2 – Brunnurin
- Dreymrúm 6 – Dreymafláir
- Dreymrúm 7 – Í fangabúri
- Dreymrúm 8 – Kom nú
- Dreymrým 9 – Marra marra minni
- Dreymrúm 10 – Avstað
- Dreymrúm 11 – Speglsalurin
Her eru myndir av marionettunum, sum verða sýndar fram.
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Dansa so væl og leingi
- Eleonora, høvuðspersónurin í “Dansa so væl og leingi” (í trimum aldrum) Eleonora, the protagonist of “Danse joyfully” ( in 3 stages of life)