Leingi er tað, ið væl skal vera, siga tey. Í hvussu so er hevur hesin leikurin verið leingi á veg, tað er næsta tvey ár síðani, at fyrsta hond varð løgd á marionettirnar og ætlandi skuldi leikurin havt frumsýning síðsta summar. Men so skuldi ikki vera.
Men í dag, tann 10. apríl er so frumsýningin av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”. Sýningin er í Norðurlandahúsinum, har Barnafestivalur er hesa vikuna og marionettleikhúsið stendur í Dansistovuni har eisini framsýning er av øllum 32 marionettunum sum starvast í leikhúsinum og listaframsýning av verkunum Dreymrúm.
Fríggjakvøldið hevði leikurin forpremieru fyri innbodnum áskoðarum og øll í Karavella Marionett-Teatri eru himmal-fegin um, at heilir tveir av áskoðarunum hava gjørt sær tann ómak at skriva eitt ummæli av leikurinum. Vit takka Honnu Jensen og Gunnvá Zachariasen so hjartaliga afturfyri.
Útselt er til sýningina í dag. Boðað verður frá beinanvegin, tá vit vita nær fleiri sýningar verða. Til ber at bíleggja sýningar eisini. Upplýsingar koma um hetta heilt skjótt.
Pingback: Leikir – Karavella Marionett-Teatur - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal