Ummæli: Sorg og saknur í barnahædd

Hetta ummæli stóð á blogginum Mentir 2. august 2020

Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata.

Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítlabeiggjanum, síðan systrini og til endans stórabeiggjanum. Tíðarskeiðið strekkir seg frá tí, at systkini eru send út í garðin at spæla, og inntil lítlibeiggin hevur klintrað upp í eitt høgt træ og rópar ,,Diiidda! (…) loftar tú mær, tá eg hoppi?”. Í 4. og seinasta parti heldur hendingargongdin á, og eldru systkini royna tá at fáa lítlabeiggjan trygt niður úr trænum, áðrenn tey aftur fara inn. Til ber at siga, at systkini tá eru saman bæði í tankaheimi og fysiskari staðseting.

Neyvi aldurin á systkjunum verður ongantíð upplýstur, og hann sýnist eisini at vera eitt sindur uttan týdning. Hinvegin verða prei givin, ið geva lesaranum eina hóming av ávísu menningarstigunum hjá systkjunum og teirra evnum at skilja deyðan. Út frá málburðinum hjá lítlabeiggjanum sæst t.d., at hann óivað er ein tøtlari. Hann tosar ikki reint, tá ið hann øsir seg, men sigur ,,Eg eje itti lídil!” samstundis sum at hann trampar. Hansara fatan av tíð er óbúgvin, tí ,,í gjár” er ikki einans bundið at gjárdegnum, men rúmar allari fortíð, og so er hann eisini sera upptikin av tí ítøkiliga, t.v.s. klintringini. Hann skilir hvørki, hví eldru systkini ikki sansa, at hann er í ferð við at gera nakað farligt og forboðið, ella hví mamman fyri løtu síðan læt seg nápa nógvar keks úr køkudósini. Systirin skilir hinvegin íkomnu støðuna hjá familjuni eitt vet betur enn lítlibeiggin. Í 2. parti pjakast hon einsamøll við at seta ein dreka upp. Hon vil ikki fáa hjálp frá lítlabeiggjanum, tí hon heldur, at hann er alt ov lítil at spæla við: Hann er eisini alt ov lítil til alt, bara helvtina so gamal sum hon…”. Hóast systirin er tvífalt so gomul sum lítlibeiggin, so er hon fyri tað mesta eisini upptikin av tí ítøkiliga, t.v.s. at spæla við drekan, men meðan hon spælir, leita tankarnir sær umvegis orðið zefyrur eina ferð til langommuna: Tankin um langommu fær hana næstan at angra, at hon hugsaði um hetta herliga orðið. Hennara saknur eftir langommuni er stórur, og hon nýtir tilvitað spælið til at avleiða sínar egnu tankar. Stóribeiggin er tvífalt so gamal sum systirin, og eins og systirin skilir hann væl broyttu støðuna í familjuni, nú langomman er deyð. Ein týðandi munur er kortini á stórabeiggjanum og systrini, tí meðan systirin tilvitað nýtir drekan til at avleiða sínar egnu tankar, so gevur stóribeiggin sorgini rúmd. Í 3. parti situr hann á kantinum á tí gamla brunninum og syrgir langommuna og tað, ið farið er: Honum leingist eftir langommu. Tað er ikki at skilja, at hon er burtur, burtur fyri altíð. Hóast hann er keddur av, at langomman er deyð og situr og grætur, so eru tankar hansara ikki bara daprir: Tað kennist væl at hugsa um langommu og bara lata tárini renna. At hann gevur sorgini rúmd á hendan hátt førir við sær, at sorgin spakuliga missir fastatøkurnar á honum: Hondin, sum hevur sitið inni í bringuni síðstu fýra dagarnar og kroyst hjartað á honum, loysir fingrarnar, og hann hyggur upp og varnast, at himmalin ikki er gráur.

Ymisku hættirnir hjá systkjunum at skilja og handfara sorg og sakn í neyvt sama tíðarskeiði úti í urtagarðinum er við til at vísa á, hvussu ymiskt børn og menniskju sum heild kunnu uppliva júst somu hending, sama sakn. Í bókini verður eingin háttur lýstur sum tann rætti ella skeivi, men allir tríggir eru hinvegin javnstillaðir. At sama tíðarbil verður endurtikið við trimum ymiskum sjónarhornum førir við sær, at frásøgnin hevur virkna sum ein hermeneutiskur sirkul. Í hvørjari endurtøku verða fleiri orð sett á sorgina og saknin, soleiðis at fatanarkarmurin hjá einstaka lesaranum fær møguleika at víðkast fyri hvønn part og røkka hæddini við stórabeiggjanum, sum eina løtu letur sorgina fylla allar sínar tankar. At bókin endar við, at tey trý systkini í 4. parti finna hvørt annað úti í urtagarðinum og saman loysa leysu endarnar í tankaheimum sínum, vísir á, hvussu týdningarmikið tað er at standa saman, tá ið sorgin rakar. Tey lofta hvørjum øðrum – ikki bókstavliga, men myndarliga – og tá gerst sorgin lættari at bera.

Hóast bókin á hendan hátt hevur ein lættan enda við kærleika og samanhaldi í miðdeplinum, so leggur hendan myndabókin seg aftur at barnabókum, ið viðgera tung evni í barnahædd. Mínir tankar leita sær tískil automatiskt aftur til 2018, tá ið Henrietta Arge Jacobsen helt MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini, har ið hon greiddi frá, hvussu trupul og tung evni verða sett fram í myndabókum fyri børn. Í fyrilestrinum kom hon eitt nú inn á, hvussu framsetingin av viðkvomnum evnum s.s. deyða hava týdning fyri, hvussu bøkur av hesum slag verða móttiknar – ikki bara av børnum, men eisini vaksnum. Eg vóni, at foreldur taka væl ímóti hesi myndabókini, tí eg meti hana vera góða hjá børnum og vaksnum at lesa saman og tosa um. Myndirnar, sum Rakel Helmsdal sjálv hevur gjørt, stuðla væl søgugongdini, umframt at tær innihalda fleiri súmbolsk myndevni, sum eru við til at lata dyrnar upp fyri fleiri evnum at práta um. Myndirnar knýta hvørki søguna at eini ávísari tíð, staði ella ávísari tilverufatan, tær spæla við samspælið millum tað ítøkiligu jørðina og úrtøkiliga alheimin, meðan litirnir á øllum síðum spæla við ljós og myrkur. Til samans virkar alt hetta fyri, at foreldur sjálvi kunnu meta um, hvussu búgvin teirra børn eru at hoyra um sorg, sakn og ymiskar tilverufatanir, eitt nú spurningin um vit sum menniskju ,,bara” enda undir mold, ella um sálir okkara liva víðari uppi millum gongustjørnurnar ella onkra heilt aðrastaðni.

Loftar tú mær? er vorðin tilnevnd barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020, sum eftir ætlan verður latin tann 27. oktober. Sjálv meti eg, at talan er um eina væl uppiborna tilnevning, og at tað verður spennandi at fylgja við í, hvørt bókin megnar at vinna mæta norðurlendska bókmentaprísin. Hetta er triðju ferð, at Føroyar tilnevna bók eftir Rakel Helmsdal til hendan bókmentaprísin; áður hevur hon verið tilnevnd fyri bøkurnar Hon, sum róði eftir ælaboganum (2017) og Miljuløtur (2019). Harumframt hevur Ísland bæði í 2013 og 2018 tilnevnt hana fyri skrímslabøkurnar, sum hon hevur skrivað í samstarvi við Áslaug Jónsdóttur og Kalle Güettler. Hvør veit, kanska eydnast tað henni nú?

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *