Nú nærkast 1. venjingardagur av álvara, so Karavella hevur tryggja sær nýtt høli at venja í, har vit sleppa at vera, til framførslurnar vera, – væntandi um Ólavsøkuleitið.
Í gjár fluttu vit úr hølinum hjá P/F Poul Hansen á Bryggjubakka, har leikhúsið hevur staðið síðani sýningarnar í januar. Tveir hjálparar hevði eg: Sirius Jógvansson Helmsdal, sum undirhelt og stuðlaði og Ole Jakob Nielsen, sum, sum altíð, gav eina stóra hjálpandi hond við, tá leikhúsið skuldi flytast út. Hann pakkaði eisini niður vøkru lampuframsýningina hjá Gallarí Trælist, sum hevur hingið í hølunum.
Her er myndafrásøgn:

Her avdúka vit eitt loyndarmál! Inni í laikhúsinum ber til at skriva stikkorð við kriti, at minna á slíkt, sum onkuntíð kann verða gloymt…

Ikki at Ófriski plagar at vera gloymt, men skuggin hjá tí var onkuntíð nakað seinur at koma uppá pláss.

Leikararnir flyta inn í kassan aftur. Skrímslini fáa nú frí. Tey flyta heim handan Á at hvíla seg og práta um alt sovorið stuttligt, sum leikarar gera eftir eina uppseting: “Minnist tú, hinaferðin tú gloymdi at…” HA HA HA “Og minnist tú, tá NN var fastur í einum seymi og skræddi buksurnar…..” HA HA HA…..

Nær eru vit liðug?
Har er mark fyri, hvussu tolin man kann vera, serliga tá hevur eina reservaraða bók bíðandi á bókasavninum.

Týdningarmikið at minnast til krókar og hekti, sum sita eftir. Gott at onkur longri enn eg kann taka teir niður 🙂