Stórsta skrímslahendingin í 2015 er uttan samanbering stórsligna interaktiva skrímslaframsýnginin í Gerðubergi menningarhúsið í Reykjavík, sum lat upp í oktober.
Skrímslahøvundur og – teknari Áslaug Jónsdóttir stóð fyri henni saman við starvsfólkum í Gerðubergi. Framsýningin er og ber heiti Heima hjá skrímslunum. HER eru nakrar stuttligar myndir frá framleiðsluni av framsýningini.
Á framsýningi kanst tú fara inn í myndirnar í bókunum, uppliva hvussu tað er heima hjá skrímslunum og teirra umhvørvi.
Framsýning er so vøkur og ævintýrkend, at tú bara MÁST vitja hana, um tú kemur til Reykjavíkar. Tað fari eg um nakrar dagar. Ætlanir eru um at fáa framsýningina til Føroyar í 2017, men inntil tá, kunnu tit síggja vøkru myndirnar inni á heimasíðuni hjá Áslaug.
Á jólum var hugni og jólaklipp heima hjá skrímslunum.
Pingback: Skrímslatíðindi – Skrímslating - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal
Pingback: Skrímslatíðindi – Skrímslaferð og bókamessa - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal