Skrímslatíðindini – Nýggjar útgávur – skjótt á 17 málum

Lítla skrímsl sigur NEI! á 16 málum higartil og bókasáttmálin til tjekkisku útgávuna er ávegis.

Skrímslini á tjekkiskum

Skrímslini eru dugnalig at læra seg nýggj mál. Fyrradagin kom bókasámmálin til tjekkisku útgávuna við postinum. Tjekkiskt er 17 málið skrímslini fara at práta.

Skrímslini á arabiskum

Í 2015 legðist eisini eitt nýtt mál afturat listanum, tá 5 skrímslabøkur komu út á arabiskum. Tvær arabiskar útgávur afturat eru á gáttini.

Løgið at síggja bøkurnar á arabiskum, vøkru krúllurnar eru óskiljandi og myndirnar eru speglvendar!

Skrímslahøvundur Áslaug hevur fleiri greinar um arabisku skrímslini:

Um skrímslini á arbiskum.

Grein í arabiskum tíðarriti.

Grein í arabiskum bókamessublaðið.

Um ferð til Abu-Dhabi á bókamessu.

Skrímslini á kinesiskum

Aftaná høvuðsmálini føroyskt, íslendskt og svenskt er kinesiskt vorðið málið, sum fyrst verður umsett til, tá ein nýggj skrímslabók kemur út. Soleiðis er eisini við Skrímslakiskuni, sum kom út í 2015.

http://aslaugjonsdottir.com/2015/10/13/skrimslakisi-a-kinversku-monster-kitty-in-chinese/

Og hvat við at læra teg eitt sindur av konesiskum?

Stóra skrímslið / Big Monster:

大怪物 

Litla skrímslið / Little Monster:

小怪物

 

Skrímslini á svenskum

Nýútgávur á svenskum

http://aslaugjonsdottir.com/2015/07/24/skrimslafrettir-monster-news/

Skrímslini á enskum – ikki enn…..

Hesar eru ikki á prenti – enn

Higartil hevur onki enskatalandi forlag víst bókunum nóg stóran áhuga til at prenta tær, men tá hugsa verður um, at av øllum bókum sum t.d. koma út í Onglandi, so eru bara 4% umsettar bøkur og av teimum eru bara 2% fagrar bókmentir, so er tað kanska ikki so løgið. Men í hvussu so er hava vit hesi boð til enskttalandi forleggjarar:

This is an important announcement to publishers! The books about Little Monster and Big Monster are now available in a provisional English translation, all set up for enjoyable reading with the illustrations and text as in the original design. Translator is the excellent author and translator Salka Guðmundsdóttir. For more information contact: Forlagid Rights Agency.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *