Sólarris og Klandusskrímsl í Frískúlanum í Havn

KlandursskrímslFyri fleiri mánaðum síðani, fingu skrímslahøvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og bloggueigarin tey stuttligu tíðindi, at Klandursskrímsl var vald til at vera ein av bókunum, sum skuldi lesast á norðurlendslu bókasavnsvikuni í ár.

Hetta er ein stórur heiður fyri høvundarnar, tí tað merkir, at børn í øllum norðurlondum sita og lesa okkara bók og práta um skrímsl júst hesa vikuna í november.

Sólarris kallast tiltakið, sum skúlar og stovnar kunnu tekna seg til, og Frískúlin í Havn var eisini í ár ein av teimum 2000 skúlunum og stovnunum í norðurlondum, sum høvdu teknað seg at vera við. Tað, sum tey høvdu til fyrimuns fram um allarflest onnur, var at tey høvdu ein av høvundunum við hondini, um man so kann siga. Børnini hjá mær, ganga har, og tað var upplagt, at eg kom út og at lesa fyri teimum.

2014-11-10  103258Mánamorgunin tann 10. november sótu hesi nývaknaðu børn spent og bíðjaðu eftir at fáa søgu.

Skrímsl8

Skrímslakiskan kemur út seint í november.

Eg læs Klandurrskímsl fyri teimum og so sum eitt eykakrydd: tað nýggju skrímslabókina: Skrímslakiskan, sum ikki er komin út enn, men sum kemur á Bókadøgunum seinni í mánaðinum.

Aftaná høvdu børnini ein langan lista av áhugaverdum spurningum og viðmerkingum til skrímslini og høvundan.

  • “Hví byrjaðu tit at skrivað bøkurnar?”
  • “Verður tað ikki keðiligt at skriva um tey somu skrímslini?”
  • “Koma fleiri bøkur?”
  • “Eg havi lisið allar bøkurnar, nógvar ferðir!”
  • “Eg fór at lesa tær, tí tað vóru yndisbøkurnar hjá beiggja mínum.”
  • “Mamma mín læs tær fyri mær hvønn morgun, tá eg gekk í barnagarð.”
  • “Hví eru tær ikki á enskum?”
  • og nógv annað….

Sharon Weiss, skúlaleiðarin, hevði biðið meg taka allar skrímslabøkurnar við.
“Meinar tú, allar á øllum málum?” spurdi eg í telefonini
“Ja”, svaraði hon.
“Altso allar yvir 50 útgávurnar?”
“Ja! Tað hevði verið ordiliga stuttligt!”
Tað gjørdi eg so, og vit gjørdu eina framsýning við øllum teimum yvir 50 ymsu skrímslabókunum sum eru til: 8 bøkur, nakar á so mikið sum 14 málum!

Her er ein myndarøð frá løtuni:

Hetta sólarrisið var ein serlig uppliving, tí har eru nógv børn í skúlanum, sum hava fleirmálsliga bakgrund, og skrímslabøkrunar vóru ein upplagdur møguleiki til at menna málkensluna.

 

Hinir skrímslahøvundarnir eisini havt áhugaverdar upplivingar hesa vikuna. Kalle skriva her, um sínar upplivingar og her skrivar Áslaug eisini um tiltakið.

Leygardagin tann 16. november fer Býarbókasavnið at hava sítt Trølla- og skrímslatiltak í samband við bókasavnsvikuna og tá fari eg at lesa skrímslabøkur og onkra søgu um onnur trøll, nevniliga mumitrøllini hjá míni yndishetju Tove Janson. Eisini fara vit at gera skrímslaklipp.
Trøll kunnu nevniliga vera so nógv, bæði skrímsl, mumitrøll og grýlur.

 

grylaUm tit hava hug at fáast við trøll, ber til at fara á heimasíðuna hjá Norðurlendsku Bókasavnsvikuni og prenta trøll og íbúgvar úr Mumidalinum at klippa út.

Tagged , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *