Í dag er Karavella Marionett-Teatur komi upp at standa á nýggjum stað, har sum vit skullu spæla um stutta tíð – á gamla Náttúrugripasavninum á Debesartrøð! Her er ein filmur, ella rættari ein myndarøð um uppsetingina. Filmgóðskan er ikki so fantastisk, men vónandi fái eg stundir at gera hann betur skjótt…… Tað skal undirstrikast, at tann sum hevur tikið myndirnar er Felisia Jógvansdóttir Helmsdal. Hon spælir eisini leiklutin sum klovnaálvan sum dustar leikhúsið.
Tað gandaða livandi leikhúsið – animatión
Tagged Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, Karavella Marionett-Teatur, marionets, marionettir, Rakel Helmsdal, Veiða vind. Bookmark the permalink.