Ummæli: Sorg og saknur í barnahædd

Hetta ummæli stóð á blogginum Mentir 2. august 2020 Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey… les meira….

Ummæli: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum

Í Varðanum 2020, nr. 87 var hetta ummæli av Loftar tú mær. Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir skrivaði: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum Loftar tú mær? eftir Rakel Helmsdal Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir Tað einasta, vit sum menniskju kunnu vera heilt vís í, er, at vit øll einaferð skulu… les meira….

Ummæli: Før fallet

Ummæli av Loftar tú mær / Review of Will You Catch Me? Hetta ummæli kom, tá bókin var tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandarásins: Før fallet | Barnebokkritikk.no. Skrivað hevur Egon Låstad, grafiskur designari, tann 15. oktober 2020. Før fallet For femte gang er den færøyske kunstneren Rakel Helmsdal nominert til… les meira….

Kenn títt innara 7árabarn – 2. ummæli av Miljuløtum / Second review of Miljas Moments

Tað besta við eini tilnevning til eina viðrisløn er næstan at onkuntíð fylgja ummæli við í rokanum. Miljuløtur fekk eitt frálík av slagnum á heimasíðuni www.barnebokkritik.no.  Samanberingarnar sum ummælarin ger við hetjur sum Lindgren og Jansson fáa meg at rodna, men av gleði, hóast hon gloymir at nevna tilnevningina fyri… les meira….

Nýtt ummæli av gamlari bók / New Review Of An Old Book

Fyri nøkrum døgum síðani kundi eg bilsin lesa hetta ummæli: “Færøysk barnebok full av meining og humor” eftir Brit-Arna Susegg úr norska blaðnum Norsklæreren, nr. 4, 2018. Barnaskaldsøgan “Tey kalla meg bara Hugo” var fyrsta bókin hjá mær, hon kom út í 1995. Í 2009 kom hon í nýnorskari týðing… les meira….

Hugkveikjandi ummæli / Inspiring Review

Ummæli av føroyskum bókum eru rættiliga sjálsom og enn sjálsamari eru ummæli av barnabókum, men 11. januar kundi eg frøðast um eitt frálík ummæli eftir Jógvan Isaksen av nýggjastu bók míni Miljuløtur. HER ber til at lesa ummæli hjá Jógvan Isaksen, sum var prentað í Dimmalætting. Les pdf-fíluna av ummælinum: Hugkveikjandi søgur… les meira….