Leikhúsbilurin eina skrúvu leysa

Hvønn morgun koyra Sirius og eg Felisiu í skúla á Velbastað, – í landsins besta skúla: Frískúlin í Havn. Aftaná fara vit longur oman í bygdina og heinta leikstjóran: Hedvig Westerlund-Kapnas og taka hana við okkum til Havnar, har vit venja ein tímas tíð í LISA-húsinum. Venjingina restina av degnum má eg so klára sjálv, men við hollari vegleiðing hvønn dag, rokni eg við at tað man fara at ganga 🙂

Hedvig Westerlund-Kapnas

Leikstjórin in action

Í gjár var tó ongin venjing, tí leikhúsbilurin Passepartout 3. var inoperativur. Hann fekk summardekk í gjár og tá vísti tað seg, at ein boltur var farin. Altso ongin koyritúrur til Velbastaðar fyrr enn bilverksmiðjurnar lata upp.

Nógv annað er tó at tríva í, tí mín frálíki leikstjóri er full av hugskotum, sum rekvistittmeistarin her, má syrgja fyri. Í gjár ringdi eg runt til leikuhandlarnar í býnum eftir eini ørn. Hon varð funnin, og Sirius var byggimeistari.

Her er ein myndarøð frá byggiprojektinum:

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *