Neyðars skrímsl er 9. bókini í røðini um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir høvundatrioini Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal.
Søgugongdin:
Loðskrímsl er aftur komin at vitja lítla skrímsl, og hon sigur, at hon ætlar sær ikki heim aftur. Stóra Skrímsl verður sera ónøgdur. Men hví sær Loðskrímsl so neyðaslig út og hví sigur hon, at hon onki heim hevur longur?
Skrímslavininir báðir eru í villareið. Hvat skullu teir gera?
Bókin hevur havt tann heiður at fáa Barna- og Ungdómsbókmentaviðrisløn Íslands í 2017 og at verða tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðrisløn Norðurlandaráðsins í 2018.
Utgávur/Editions:
- Føroyskt: Neyðars skrímsl, Bókadeildin, 2017 – upprunaútgáva
- Íslandskt: Skrímsli í vanda, Forlagið 2017 – upprunaútgáva
- Svenskt: Monster i knipa, Opal 2018 – upprunaútgáva
- Norskt: Monsterknipe, Skald 2019 – týðing
Ummæli/reviews:
https://romeoandjuliet.blogg.se/2018/february/monster-i-knipa-2.html
https://www.svidalskriveri.no/2019/06/22/ny-sprett/