Nýggj føroysk skaldsøga løgd fram í gamlari stovu

20140319_1766Í tí oysandi regninum mikudagin tann 19. mars var heitt og fjálgt í hugnaligu stovuni hjá H.N. Jacobsens Bókhandli. Stovuna kenna ikki øll, tí hon liggur aftanfyri handilin og er ein sonn perla.

Tað kenst sum at traðka inn í eina aðra tíð, har tað var viðtikið at vera vakurt at hava bæði fótpanelir, kantlistar og ljósakrúnur, veggir tapeseraðar við vøkrum brokadutepetum og stemningsfullum málninum, og sofur klæddar við plyss og góðar at sita í. Tá sjónvarpið var okkurt úr eini framtíðarskaldsøgu og ein bók var tað, sum kundi føra teg í ein annan heim, hóast tú ikki flutti teg úr stað, tá men gingu við hatti og stavi og kvinnur høvdu kuffert so stór, at klæðini kundu hanga uppi og koma órukkaði úr teimum aftur.

Her høvdu Bókadeildin og Gamli bókhandil skipað fyri nøkrum so forkunnugum sum framløgu av eini nýggjari føroyskari skaldsøgu, ikki eini umsettari, men eini upprunabók. Tað er næstan sum tann nógv umtalaði lundin eina vissa nátt, at nýskrivaðar skaldsøgur koma á føroyskum, og serliga ungdómsskaldsøgur. Seinasta ungdómsskaldsøgan var “Skriva í sandin” hjá Marjun Syderbø Kjelnæs í 2010.

Á tiltakinum læs bjóðaði stjórin á Bókadeildini, Niels Jákup Thomsen, vælkomin, høvundurin brot úr bókini, og Alda Sigurdsdóttir Lamhauge spældi temaið úr Enigma Variations hjá Edgar Elgar, sum er undirliggjandi tónleikurin í skaldsøguni. Tað heilt løgna er, at verkið varð sent í Kringvarpið Føroya dagin fyri bókaframløguna.

Her ber til at hoyra Føroya Symfoniorkestur spæla Enigma variatiónirnar, sum eru ein partur av upprunanum til bókina “Hon, sum róði eftir ælaboganum”.

Her eru nakrar myndir frá bókaframløguni:

Ymiskt er komið út á netið um bókina, fyri tað mesta saman tíðindaskrivið: Bókadeildin skrivar hetta. Tíðindaskrivið var eisini í  Norðlýsinum, Vágaportalinum og Sandsportalinum. Rás 2 hevði samrøðu og skrivaði hetta.

Til bókaframløguna var Gunnar Nolsøe úr Kringvarpinum og gjørdi samrøðu við høvundan til In Mente, sum varð sent tann 25. mars kl. 17. HER ber til at hoyra tað.

Hósdagin tann 27. mars verður mentanarkafé í Norðurlandahúsinum. Har verður eisini eitthvørt at hoyra um bókina.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Nýggj føroysk skaldsøga løgd fram í gamlari stovu

  1. Pingback: Hon, sum róði eftir ælaboganum í In Mente - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *