Í 2014 vóru tað 10 ár síðani fyrsta skrímslabókin kom á prent.
Her eru nøkur skrímslatøl:
Í juli 2001 byrjaðu 3 høvundar, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal, at arbeiða samstarva. Tað var á einum skeiði fyri høvundar og teknarar á norðurlendska háskúlanum Biskops Arnö í Svøríki. Á skeiðnum høvdu vit 4 tímar at byrja eina barnamyndabók. Vit gjørdu eina ½ bók hesar tímarnar.
Í 2004 kom 1. bók okkara Nei! segði lítla skrímsl kom út á 3 upprunamálum: føroyskum, íslendskum og svenskum og umsett til dansk. Vit høvdu nakað so óvanligt sum høvuðskontrakt við 3 forløg samstundis: Bókadeild Føroya Lærarafelags, Mál & Menning og Bonnier Carlsen.
Síðani eru 7 aðrar bøkur komnar um skrímslini. Bókarøðin sær soleiðis út:
- Nei! segði lítla skrímsl
- Stór skrímsl gráta ikki
- Myrkaskrímsl
- Skrímslasótt
- Skrímslavitjan
- Skrímslahæddir
- Klandursskrímsl
- Skrímslakiskan
Fyrsta bókin finst á 14 málum! Tann næsta á 13 og hinar á heilt nógvum málum og fleiri leggjast til.
- føroyskt (upprunamál)
- íslenskt (upprunamál)
- svenskt (upprunamál)
- danskt (umsett)
- norskt bokmål (umsett)
- nýnorskt (umsett)
- finskt (umsett)
- franskt (umsett)
- kinesiskt (umsett)
- spanskt (umsett)
- galisiskt (umsett)
- katalanskt (umsett)
- baskiskt (umsett)
- litaviskt (umsett)
Forløgini, sum nú hava høvuðskontrakt við eru: Bókadeildin, Forlagið (Ísland) og Kabusa (Svøríki). Forlagið hevur uttanlandarættindini og syrgir fyri at skrímslini sleppa út í heim.
Skrímslini hava verið á palli 2 ferðir. Í Íslandi var tað í Tjóðleikhúsinum, “Skrímslin í leikhúsinu”, sum Áslaug dramatiseraði. Í Føroyum var tað Karavella Marionett-Teatur, sum spældi “Skrímslini“, Rakel Helmsdal dramatiseraði.
Hetta samstarvið við tveir dugnaligar norðurlendskar høvundar hevur verið ein stórur vinningur hjá mær, ein ókendum føroyskum barnabókahøvunda. Áslaug og Kalle hava royndir innan útgavuvirksemi í stórum londum, sum eg als ikki havi innlit í, og so eru tey stuttlig at arbeiða saman við. Haldi vit øll hava lært nakað av hvørjum øðrum. Vit líkjast ikki sum høvundar og saman gera vit sumt betur, enn vit gera hvør sær. Rithøvundasamstarv er ótrúliga spennandi, avbjóðandi og mennandi, og eg ynski øðrum høvundum at sleppa at royna hetta eisini.
Tillukku við teimum 10 árunum lítla skrímsl og Stóra Skrímsl!!
Samrøða sum íslendska Frettablaðið hevði við skrímslini bæði í samband við føðingardagin.