Triðja dagin fór eg aftur til Hvalbiar, har 7., 8. og 9. flokkur glað tóku ímóti mær til aðru helvtina av skrivskeiðnum. Vit vóru nú komin so langt, at eg setti tey at arbeiða í bólkum við eini søgu, tey høvdu lagt lunnar undir dagin fyri. Her eru nakrar myndir av hugagóðu ungu høvundum:
Seinnapartin fór eg ein túr aftur til gistingarhúsið at hvíla mær heilan eina løtu, men har vóru tó stundir til ein lítlan túr inn í viðarlundina. Hevði ætlað mær ein longri túr, men veðrið vildi tað ørvísi.
Frá 18 til 21 var eg aftur í Hvalba saman við hinum skriviliðnum hjá mær. Hetta vóru kvinnur í øllum aldrum og tær skrivaðu sera áhugaverdar tekstir og tyktust nøgdar við skeiði.
Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:
1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,
Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal
Pingback: 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba - Rakel Helmsdal