1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné

Tann 14. januar kundi tú lesa hetta á Suðuroyarportalinum:

Kom og finn skrivigleðina

og tann 23. februar stóð hetta:

Veiða Vind í Pakkhús 4

Mánamorgunin tann 24. februar legði Karavella Marionett-Teatur frá bryggju síni handan Á og fór umborð á Smyril.

Bay bay Havnin, síggjast hósdagin!

Í Pakkhús 4

Leikhúsið uppsett í Pakkhúsinum. Sera snipst var at fáa tað upp, tí leikhúsið er 2 m høgt og har vóru 2,05 m til loftið millum bjálkarnar. Serlig trix skuldi til, fyri at fáa alt sett saman, men tíbetur fekk eg góða hjálp.

Tvær sýningar vóru í Pakkhús 4 mánadagin. Móttøkan var so heilhjartað og vinarlig, at eg kundi ikki ynskt mær tað betur. Anna Mortensen, sum altíð hevur verið mín stórsti stuðul gjørdi, alt hugnaligt rundan um meg og vísti mær niðan í spennandi verksmiðjuna hjá Brikolasj. Poul Arni var fúsur at sleipa tilfarið hjá mær inn og Anna Kristin serveraði frálíka máltíð fyri mær. Eg elski at vera í Pakkhúsinum!
Áskoðararnir til báðar sýningar tyktust vælnøgdir.

Fittur sovandi dreki og hinir leikararnir troyttir eftir sýningarnar

Drekin Heyst, so fittur sovandi  eftir sýningina saman við sínum viðleikarum

Eg pakkaði leikhúsið saman og hugnaði mær saman við pakkhúsfólkunum til nátturatíð. Tá fór eg til mítt gistingarhús: Gistingarhúsið undir Heygnum, sum eg átti púra fyri meg sjálva ta náttina. Eitt sindur løgið kendist tað, at vera púra øssumøll í einum so stórum húsið, men eg fekk so frið at sova 🙂

Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:

2. dagur: ein sýning og tvey skriviskeið

3. dagur: tvey skriviskeið

4. dagur: tvær sýningar í Mýrifípuni

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

3 Responses to 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné

  1. Pingback: 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: 3. dagur á Suðuroyarturné: tvey skriviskeið í Hvalba - Rakel Helmsdal

  3. Pingback: 4. dagur á Suðuroyarturné: tvær sýningar í Mýrifípuni - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.