Á øðrum og triðja degi í Suðri stóð Hvalba á skránni. Tíðliga í morgni kom eg til Hvalbiar skúla og setti leikhúsið upp.
Eftir sýningina, hevði eg fyrstu helvt av skrivikeiði saman við 7., 8. og 9. flokki. Tey vóru áhugað og ágrýtin, so tað var stuttligt at arbeiða saman við teimum.
Aftaná skriviskeiði hevði eg eina fríløtu og fór tí ein túr. Ætlaði satt at siga at ganga ein túr, men hóast sólin sá og veðrið var vakurt, var tað bítandi kalt, so eg tók leikhúsbilin við mær út á bæði eiðini. Her er ein myndafrásøgn frá vøkru løtuni.
- Út móti Norðbergi og Slokkunum.
- Eitt ordans omanlop!
- Úti við Dráttin…. Hvussu tey hava fingið bátar upp hendan vegin, er mær ein gáta…..
- Við Heygsvatn
- Eftir Heygsvatn
- Við heimsins enda, ella við Blástursgjógv, um eg havi lisið kortið rætt.
- Við Blástursgjógv, um eg havi lisið kortið rætt. Útsýni við vegs enda, Eiðisvegur Hvalba
- Leikhúsbilurin í guds frí náttúru
- Orðaspæl í Hvalba. Hvat munnu tey selja her? Tordi ikki at fara inn, tí so fekk eg kanska mítt hugskot “skotið í senk”. Vóni, at tað er tann lokala Rúsan.
Eg koyrdi til Tvøroyrar og fekk mær ein bita undir Heygnum og var aftur í Hvalba kl. 18, har eg hevði skriviskeiði saman við teimum vaksnari luttakarunum, tó var onkur 9. floksnæmingur av Tvøroyri eisini við á hesum skeiðnum.
Seint á kvøldið snýkti eg meg suður til Tvøroyrar aftur gjøgnum smala Hvalbiarbergholið. Tær báðar fyrstu ferðir eg fór gjøgnum tað, untist eg illa, men satt at siga vandi eg meg við tað, hesar báðar dagarnar, har eg koyrdi gjøgnum tað tvær ferðir um dagin, altso 8 ferðir tilsamans!
Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:
1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,
4. dagur: tvær sýningar í Mýrifípuni
Her kanst tú eisini lesa bræv frá 4. flokki, sum tey skrivaði eftir sýningina og eitt tíðindabræv sum skúlin sendi til Suðurrás.
Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal