Fjórði og seinasti dagur í Suðri var sera hektiskur. Kl. 8 var eg klár at seta upp í barnagarðinum Mýrifípuni. Fyrsta sýning var kl. 10 og næsta kl. 13. Børnini komu úr Mýrisnípuni, úr útibarnagarði og úr dagrøktini í Sumba, so suðuroyarbørn høvdu ferðast langt at koma at hyggja at Veiða vind.
Frá Mýrifípuni skrivaðu tey í gjár til mín:
“Tað er altíð áhugavert hjá børnum og okkum gomlu at síggja leikir. Eg haldi, at tey sótu merkiliga still, so tað hevur fangað tey, deiligt. Góða eyðnu í arbeiðnum hjá tær.”
Tá sýningarnar vóru av og leikhúsið niðurpakkað í leikhúsbilin, fór eg eitt rend inn í Pakkhús 4 at siga farvæl. Har stákaðust tey til føstulávint:
Kl. 15.30 var Karavella Marionett-Teatur aftur umborð á Smyrli á veg norðureftir.
Takk fyri Suðuroy! Eg komi fegin aftur 🙂
Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:
1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,
2. dagur: ein sýning og tvey skriviskeið
Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal
Pingback: 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba - Rakel Helmsdal