3. dagur á Suðuroyarturné: tvey skriviskeið í Hvalba

Vøkur litaði hús og útsýni yvir Lítlu Dímun

Vøkur litaði hús og útsýni yvir Lítlu Dímun

Triðja dagin fór eg aftur til Hvalbiar, har 7., 8. og 9. flokkur glað tóku ímóti mær til aðru helvtina av skrivskeiðnum. Vit vóru nú komin so langt, at eg setti tey at arbeiða í bólkum við eini søgu, tey høvdu lagt lunnar undir dagin fyri. Her eru nakrar myndir av hugagóðu ungu høvundum:

20140226_0775-00120140226_0774-00120140226_0773-001 20140226_0770-001

 

Seinnapartin fór eg ein túr aftur til gistingarhúsið at hvíla mær heilan eina løtu, men har vóru tó stundir til ein lítlan túr inn í viðarlundina. Hevði ætlað mær ein longri túr, men veðrið vildi tað ørvísi.

Ein lítlan túr í viðarlundini í Trongisvági eina løtu við ongum regni.

Frá 18 til 21 var eg aftur í Hvalba saman við hinum skriviliðnum hjá mær. Hetta vóru kvinnur í øllum aldrum og tær skrivaðu sera áhugaverdar tekstir og tyktust nøgdar við skeiði.

 

Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:

1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,

2. dagur: ein sýning og tvey skriviskeið

4. dagur: tvær sýningar í Mýrifípuni

Tagged , . Bookmark the permalink.

2 Responses to 3. dagur á Suðuroyarturné: tvey skriviskeið í Hvalba

  1. Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.