(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17)
Bókin er pallurin
Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up.
Vit kenna øll til lukku-kortini, sum tá tú blaðar, so kemur ein heil røð av figurum við og reisa seg upp úr síðuni. Eisni bøkur fáast í hesum slag og tær eru uttan iva yndisbøkurnar til børnini. Tó so eru tað nakrar bøkur, sum liggja eftir leingi í hugaheiminum og halda á fram at gleða og ríka. Tað kann vera, tí søgan er so mikið góð, ella tí at tekningarnar eru so fullkomnar og beinraknar, at heildin verður sett saman í eina forundurliga verð. Ein verð, sum ikki var til áðrenn tú las bókina, men sum nú er ein kendur heimur.
Summar søgur eru bara meira fangandi enn aðrar og søgurnar um Skrímslini eru akkurát tað. Fangandi, tí søgan hevur ein so góðan og einfaldan boðskap, sum er lættur at fanga og tosa meira um. Men so er tað eisini tí at talan er um nøkur fantastiska fitt skrímsl, sum í orðum og myndum vísa okkum sterkar kenslur, sorg, stúran, útihýsing og longsul. Bara fyri at alt verður vent at verða í lagi aftur við gleði, rúmligheit og nærveru. Vit hava sæð hesar figurar í Karavella Marionett-Teaturinum, sum dukkusjónleikarar í Havn, stjórnað av listakvinnuni Rakel Helmsdal. Og eg má siga at hóast bamsurnar eru mangar við hús, so hevði eg gjarna rudda eina hill ella báðar tvær, fekk eg hendurnar á skrímslabamsurnar. So eygagóðar og elskuligar og við so blonkum og mjúkum feldi at eg havi hug at kroysta tær og ikki sleppa teimum aftur.
Í útvið ein mánað hevur Áslaug Jónsdótti, skrísmlamedhøvundur og -teknari nú prýtt forhøllina í Norðurlandahúsinum við eini installatión í barnahædd. Møguleiki hevur verið hjá børnum í øllum aldri at balla seg í eina skrímslasong, sita á eini skrímslasofu, vera inni í eini skrímsla stovu og ikki minst, at hanga í trøðunum í skrímsla garðinum.
Sum eg byrjaði at skriva, so var eg so heppin at síggja leikin í vikuskiftinum og eftir leikin, vóru mínar tvær ellivuáragomlu teaturvinkonur, sum fimm ára gamlar aftur, tá tær koma út úr Dansistovuni og á veg heim, ”líka” mugu innaftur í Skrímslaheimin í forhøllini.
Vit eru ivaleyst fleiri, sum kenna Rakel Helmsdal best sum rithøvunda og ikki minst í ár, nú hon er instillað til prís í norðurlendskum bókmentum, har vit spent bíða, um ikki hon hevur uppiborið eina heiðursløn fyri bókmentaavrikið við bókini ” Hon, sum róði eftir ælaboganum”.
Tá tað er sagt, so má eisini sigast at bókin ivaleyst hevur verið pallurin, sum Rakel hevur valt sær sum listagrein. Men her hoppar ketan av. Tí eitt er at skriva bøkur við øllum tí, sum krevst. Næst upplivdu vit hennara framúr handahegni og listahondverk sum dukkumakari, umframt at hon hevur skrivað og sett upp sínar dukkusjónleikir. Men hondina á hjarta, nú eri eg málleys! Pallurin hjá Rakel er bókin! Og tað sigi eg, tí at hon í byrjanini, lítillátin spyr børnini, um tey vilja hoyra eina søgu og heldur í eini vanligari bók, sum liggur á borðinum. Jaaaa rópa tey í kór, men so kemur tann ”ordiliga” og STÓRA skrímslabókin upp á borðið og nú tekur pallurin skap.
Hetta er ein heilt serlig bók, sum Rakel hevur sniðgivið. Talan er um eina bók, sum ivaleyst telur ein metur hvør blaðsíða og tá hon blaðar, sita børnini og halda ondini, tí hvat sker næst? Bókin verður blaðað og hvør síða reisur seg, ikki bara sum pallur, men sum ein heilur heimur, sum letur seg upp. “Kul mamma!” segði eitt barn frammanfyri meg. Og tað er ikki bara síðan, sum blaðað verður í, sum letur eina pallmynd upp. Har eru eisini duldar og fjaldar síður, sum verða lyftar upp, við figurum og lutum, sum gera søguna so livandi at børn, uttan at hugsa um tað, reisa seg, flyta seg nærri og eru mitt í pappírverðini hjá Rakel, sum nú er vorðin livandi. Hetta er ramur gandur.
Vit eru øll boðin at koma inn í Skrímslasøgurnar, taka lut og vit tosa ikki bara um 3D. Næ nei. Her er ljós og ljóð afturvið, sum Rakel meistarliga trínur dansin ríkan við. Og tað sum Rakel helst hevur fjalt av sínum talenti í hinum dukkuleikunum, har hon var duld handan leiktjøldini, stendur hon her í egnum persóni yvir skrímslum og horvnum kettum og fullgerð, bæði við rødd, men sanniliga við andlitsbrá, tí fullkomnu søguna. Rakel er listarliga og við lít leikstjórnað av Gunnvá Zachariasen til at verða ein leikari við format. Rakel skiftur ham við andlitsbrá og rødd, so hvørt sum tað er hetta lítla, ella tað stóra við nøsini ella tað loðna skrímslið, sum talar . Ja og eg kann avdúkað so mikið at tað varð stórur látur, tá stóra skrímsl fór kiska.
Tað eru nøkur ting her í lívinum sum eg eri passionerað um. Til dømis elski eg bamsur, havi ein alsk til pappír og so er tað sjónleikur, sum er tann serstaka søguupplivingin, sum slær alt!
At fáa øll hesi trý í einum er stórt. Serstakliga tá tað eru yndis bamsurnar hjá Rakel, sum dukka upp í einum pop-up papír-showi, í einum leiki, sum hevur ein sterkan boðskap og tá alt gongur upp í eina hægri eind, so kenni eg tað, sum eg eri mitt í verðini. Ordiliga føli og kenni meg mitt í søguni. Má slíta meg leysa at hyggja hvør er við og eg síggi hvussu børnini í rúminum søkka inn í verðina og eru saman við skrímslunum á pallinum, har Rakel trygt leiðir okkum øll gjøgnum leikin.
Eg kann ikki bíða, til eg aftur fái høvi at síggja bókliga pallin hjá Rakel. Gleði meg sum eitt barn og eigur tú eitt barn ella bara eitt innara barn, sum elskar at sveima inn í eina bók, so far til leikin ! Og minst til. Listin bíðar ikki. Tað er tá og bara tá at leikurin er á palli, at tað skal rennast skjótt at fáa atgongumerki og ein sess.
Rakel Helmsdal eigur pallin. Um tað er bókin ella pallurin, er í hesum føri eitt og tað sama 🙂
Pingback: Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal