2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba

Á øðrum og triðja degi í Suðri stóð Hvalba á skránni. Tíðliga í morgni kom eg til Hvalbiar skúla og setti leikhúsið upp.

Uppseting

Leikhúsð verið sett upp í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla

Karavella í Hvalba

Hesa frálíku mynd havi eg fingið sendandi úr Hvalbiar skúla. Hon er tikin beint eftir sýningina.

Eftir sýningina, hevði eg fyrstu helvt av skrivikeiði saman við 7., 8. og 9. flokki. Tey vóru áhugað og ágrýtin, so tað var stuttligt at arbeiða saman við teimum.

Aftaná skriviskeiði hevði eg eina fríløtu og fór tí ein túr. Ætlaði satt at siga at ganga ein túr, men hóast sólin sá og veðrið var vakurt, var tað bítandi kalt, so eg tók leikhúsbilin við mær út á bæði eiðini. Her er ein myndafrásøgn frá vøkru løtuni.

Eg koyrdi til Tvøroyrar og fekk mær ein bita undir Heygnum og var aftur í Hvalba kl. 18, har eg hevði skriviskeiði saman við teimum vaksnari luttakarunum, tó var onkur 9. floksnæmingur av Tvøroyri eisini við á hesum skeiðnum.

Seint á kvøldið snýkti eg meg suður til Tvøroyrar aftur gjøgnum smala Hvalbiarbergholið. Tær báðar fyrstu ferðir eg fór gjøgnum tað, untist eg illa, men satt at siga vandi eg meg við tað, hesar báðar dagarnar, har eg koyrdi gjøgnum tað tvær ferðir um dagin, altso  8 ferðir tilsamans!

Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:

1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,

3. dagur: tvey skriviskeið

4. dagur: tvær sýningar í Mýrifípuni

Her kanst tú eisini lesa bræv frá 4. flokki, sum tey skrivaði eftir sýningina og eitt tíðindabræv sum skúlin sendi til Suðurrás.

 

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba

  1. Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *