Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum.

Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og Skrímslahæddir. Bøkurnar eru umsettar mál kring allan heim og hava verið tilnevndar og heiðraðar við prísum. 

Gunnvá Zachariassen varð leikstjóri og Rakel Helmsdal skapti og spældi leikin.

Hesin leikur brýtir upp úr nýggjum innan dukkuleik í Føroyum. Higartil hevur Karavella Marionett-Teatur nýtt klassiskar marionettir – tráðdukkur – til allar sínar leikir, men í Skrímslalív er alt gjørt úr pappíri, bæði pallur og leikarar. Leikhúsið ein risastór støkkmyndabók ella pop-up-bók. Tí kalla vit Skrímslalív ein pop-up-leik!

Søgan er um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Lítla skrímsl fær vitjan og Stóra Skrímsl er keddur og øvundsjúkur. Teir klandrast og gerast vinir aftur. Teir leita eftir burturmistu skrímslakiskuni og reypa og klintra í trøum. Vinarlagið teirra millum er grundarlagið undir øllum hendingunum. Eitt veruligt vinarlag tolir eitt sindur av hvørjum.

 

Higartil hevur bara frumsýningin verði av leikinum, so nú er klárt at fara út at ferðast við honum.

Til ber at bíleggja sýningar. Les hvussu HER.

Les ummæli av leikinum HER.

Tagged , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

  1. Pingback: Bílegg eina marionettsýning – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *