Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

 

10. apríl 2016 var frunsýning av nýskrivaða marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri.

Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði leikinum, sum Rakel Helmsdal skrivaði, spældi og skapti.

Søgan er um Eleonoru og Sindra, tvey børn, sum vaksa upp saman, gerast góð og verða atskild vegna ymisk áhugamál. Hægsta ynski hjá Eleonoru er at gerast dansari, men á lítla staðnum tey búgva, eru lítlir og ongir møguleikar at læra seg dans og tá hon sleppur á dansiskúla í París, tekur hon av, hóast hon er sera tvíbýtt. Sindri er í smiðjulæru í heimbygdini, elskar at vera har og hevur ikki hug at koma við til stórbýin.

Tíðin og umstøðurnar sum eru onkuntíð fyri kríggi gera at tað dragnar teirra millum og Sindri giftist aðrari gentu. Eleonora giftist ongantíð, gloymir ikki ungdómskærleikan.

Sum gomul vendir hon heim til heimbygdina at stovna dansiskúlan hon lovaði sær sjálvari at gera. Hon hittir Sindra, ið er vorðin einkjumaður, og tey hava nú møguleikan at ellast saman, hóast lívið bar tey frá hvørjum øðrum.

 

Leikurin hevur verið leiktur 25 ferð síðani. Tað ber framvegis til at bíleggja sýningar av leikinum. Les hvussu HER.

Leikurin fekk sera góð ummæli, tá hann kom út. Les tey HER

 

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

2 Responses to Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

  1. Pingback: Karavella Marionett-Teatur á Suðuroyar-turné við tveimum leikum – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Bílegg eina marionettsýning – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *