Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár!

Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri blómur og champagnu, men at heilsa uppá forsetan, havi eg longu gjørt her heima 🙂

Hetta skriva tey á RUV og í Morgunblaðnum.

Her eru nakrar myndir eg havi fingið sendandi frá tiltakinum.

 

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *