Tvær ekfrasur / Two Ekphrasis

Varðin er komin og í honum eru tveir nýggjir tekstir hjá mær, yrkingin Út hinumegin og stuttsøgan Havsbrúgvin. Báðir tekstirnir eru skrivaðir eftir visuellum listaverkum, eg havi gjørt seinasta hálva árið, tí ber kanska til at kalla tekstirnar ekfrasur. Stuttsøgan Havsbrúgvin er um dreymskipið Havsbúgvan, sum eg gjørdi til Várframsýningina… les meira….

Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum. Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu… les meira….